Húsið stongt mánadagin og týsdagin

Í samband við føstulávint, so hevur Húsið stongt mánadagin 12. og týsdagin 13. februar, men vit koma sterkt aftur mikudagin 14. februar, tí tá er Valentines-dagur. Ikki nokk við, at vit hava kærleikan í huganum hendan dagin, so fara tit eisini at koma aftur í eitt Hús, sum hevur gjørt nakrar smáar tillagingar - tað tosa vit sjálvandi um á húsfundinum sama dag.

Kom oman og fregnast, og tak fegin onkran, sum tú ert góð/ur við við - kanska vit bjóða hjartakøku ella okkurt líknandi:)

Byrjar:
12.02.2024 - KL. 12:00
Endar:
13.02.2024 - KL. 23:00

Komandi tiltøk

11 september
2024
Skutara drive-in bio - UNG
Kom ein túr framvið við skutaranum. Vit brúka hurðina móti Bøgøtu og tú sleppur bara inn á skutara. Um tú ikki eigur ein skutara, so mást tú seta teg á aftanfyri hjá onkrum øðrum:) Vit selja fries og milkshake
13 september
2024
Vit trada fótbóltskort
Í dag hevur tú møguleika at fáa øll liðini uppá pláss, tí vit fara at trada fótbóltskort. Ikki nokk við tað, so fáa vit eisini onkrar fótbóltsspælarar á vitjan - umleið kl. 14.30, so tú eisini kanst fáa ein autograf á kortið hjá tær. Kom ein túr framvið og tak fótbóltskortini hjá tær við